frá Kringvarp Føroya (Í dag)
Tal av greinum:
KÍ ongar evropeiskar timburmenn
18 august 2025, 21:07
KÍ vísti ongi tekin upp á evropeiskar timburmenn, tá teir fóru undir aftur føroysku landskappingina mánakvøldið. Klaksvíkingar máttu takka fyri seg í Conference League í farnu viku, tá teir taptu …
Ov dýrt at byggja
18 august 2025, 20:31
Bústaðir boðar frá, at fleiri av teimum verkætlanum, sum skuldu byrja í ár, verða steðgaðar. Arbeitt verður nú bert við tveimum verkætlanum. Eini byggiverkætlan á Argjahamari og at gera Eirargarð …
Føroyskur filmur tilnevndur filmsvirðisløn Norðurlandaráðsins
18 august 2025, 20:22
Filmurin Seinasta paradís á jørð hjá Sakaris Stórá, er tilnevndur filmsvirðisløn Norðurlandaráðsins. Hetta er fyrstu ferð, at ein føroyskur filmur er tilnevndur virðislønina, ið er týdningarmiklasta virðisløn fyri norðurlendskan film …
Ársfundur hjá Útnorðurráðnum í dag og í morgin
18 august 2025, 19:45
Í dag og morgin eru ársfundur hjá Únorðurráðnum, sum í ár hevur 40 ára hátiðarhald. Útnorðurráðið er tingmannasamstarvsnevnd hjá Íslandi, Grønlandi og Føroyum. Útnorðurráðið ger útgreiningar og tilráðingar í málum, …
Avleiðingar greinast neyvari áðrenn vindmyllur kunnu setast upp
18 august 2025, 19:27
Felagið, sum ætlar at seta sjey vindmyllur upp í Klivaløkshaga á Sandi, má brynja seg við toli. Yvirfriðingarnevndin samtykti í síðstu viku, at tað skal lýsast neyvari, hvørjar avleiðingar vindmyllurnar …
Mælir fólki til at fara í hernað móti morðsniglum
18 august 2025, 19:16
Gartnarin Haraldur Símunarson Hammer mælir fólki at fara í hernað móti morðsniglinum og eggum teirra. Veðrið hevur verið óvanliga gott í summar og tí hava sniglarnir stórtrivist. Morðsnigilin, sum ger …
Fundurin í Hvítu Húsunum er byrjaður
18 august 2025, 19:02
Teir hittast eftir at Trump fríggjadagin var á fundi við russiska forsetan, Vladimir Putin, sum endaði uttan nakra ítøkiliga niðurstøðu. Seinast Trump og Zelenskyj hittust, var í februar. Tá endaði …
Nýggj kapping: Skulu rógva fimm kilometrar
18 august 2025, 18:23
Fimm túsund metrar við úthaldni, styrki og taktikki. Soleiðis skrivar Róðrasamband Føroya um nýggju langteinakappingina, sum verður á Skálafjørðinum. Ístaðin fyri teir vanligu 1000 metarnar skulu føroysku róðrarfólkini royna seg …
Vísindaklubbur byrjar á Glasi í heyst
18 august 2025, 17:27
Skjótt fáa fólkaskúlanæmingar høvi at ganga til vísindaklubb, og tað verða miðnámsnæmingar á Glasi sum læra frá sær. Átakið er upprunaliga danskt, og endamálið er at børn kunnu royna seg …
Sirkill og Ranja FM-favorittar í tvíspor
18 august 2025, 16:43
Sirkill úr Nólsoy og 17 ára gamla reiðkvinnan Ranja H. Djurhuus hava lagt seg fremst í kappingin um føroyameistaraheitið í tvíspori fyri vaksin eftir heystkappingina í Havn leygardagin. Bert níggju …
Spennandi føroyskt og danskt samstarv til Føroya
18 august 2025, 16:22
"Spennandi. Brýtur upp úr nýggjum. Bjóðar av." Soleiðis stóð millum annað í ummælunum av áhugaverdu plátuni "Kvæði", sum Teitur og danski indie-jazz-bólkurin Girls in Airports góvu út í november. Á …
Skiftið
18 august 2025, 15:54
Mynd: Slag: LjóðAbout: Ein poddrøð um skiftisárini hjá kvinnum. Eitt evni, sum ikki verður tosað alment um, men sum allar kvinnur so ella so skulu ígjøgnum. Hvør partur hevur serfrøðingatátt, …
Búskaparkreppa hóttir Grønland
18 august 2025, 15:45
Grønland er á veg inn í eina búskaparliga kreppu, og tí er neyðugt við stórum sparingum næstu árini. Tað sigur Mute B. Egede, sum nú er landsstýrismaður í fíggjarmálum. Í …
Svik á netinum
18 august 2025, 15:37
Slag: LjóðAbout: Útvarpssending í tveimum pørtum um svik á netinum. Lagt til rættis: Jákup Dahl Contact: Barbara Samuelsenletter: SSet á yvirlit: Koyr í karusell: Skrivari: Kristina Sundstein BorgarlíðFarva: Undirtekstir: Slag/formattering: …
Alt við tað sama, í botninum
18 august 2025, 14:47
Oddbjørn Joensen og Tróndur Arge umrøða javnleikin á Toftum, javnleikin á Eiði og 07 Vestur tapið í Gundadali. Ongar forskjótingar í botninum og tað fyllur ein part av sendingini, saman …
Noyddust at steingja flogbreytina
18 august 2025, 14:18
Neyðugt var at steingja flogbreytina í Vágum eina løtu fyrrapartin, tí dronur vóru sæddar yvir flogvøllinum. Flogferðslan var ikki ávirkað, tí einki flogfar skuldi seta seg ella fara úr Vágum. …
Framvegis eingin semja um løn undir útbúgving
18 august 2025, 14:01
Framvegis er eingin semja fingin í lag millum Kommunala arbeiðsgevarafelagið øðrumegin og Heilsurøktarafelagið, Heilsuhjálparafelagið og Pedagogfelagið hinumegin um skipanina við løn undir útbúgving. Hetta, hóast skúladagurin hjá næmingunum á heilsurøktara-, …
Vesturkirkjan fyllir fimti ár
18 august 2025, 12:14
Mynd: Slag: SjónAbout: Í hesum sambandi fer Armgarð Arge runt Vesturkirkjuna við Bergi Debes Joensen, presti, sum sigur frá hesi serstøku kirkju. Contact: Barbara Samuelsenletter: VSet á yvirlit: Koyr í …
"Seinasta paradís á jørð" tilnevndur filmsvirðisløn hjá Norðurlandaráðnum
18 august 2025, 11:54
Filmurin "Seinasta paradís á jørð" eftir Sakaris Stórá er tilnevndur filmsvirðisløn Norðurlandaráðsins. Hetta er fyrstu ferð, at ein føroyskur filmur er tilnevndur at fáa virðislønina, ið er týdningarmiklasta virðisløn fyri …
Týskur ráðharri hittir Vivian Motzfeldt í Nuuk
18 august 2025, 10:54
Altjóða áhugin fyri Grønlandi er vaksin nógv. Í dag er týski varaverjumálaráðharrin, Nils Schmid, í Nuuk. Har skal hann hitta Vivian Motzfeldt, landsstýriskvinnu í uttanríkismálum, og Troels Lund Poulsen, verjumálaráðharra. …
Tjørnin í Gundadali komin aftur
18 august 2025, 10:45
- Hetta var eitt paradís, og í dag er næstan ein uppreistrardagur, eitt undur, nú vatn aftur er í tjørnini. - Her eru nógv góð minni. Vit spældu eftir árstíðunum. …
Havbúnaðarfelagið: Apoteksverkið skal missa allan einkarrætt
18 august 2025, 10:31
Havbúnaðarfelagið vil hava ein arbeiðsbólk við fólki frá tí almenna og frá alivinnuni settan sum skjótast til at gera nýggja skipan um heilivág. Høvið er uppskot um kunngerð um avlúsingarevnið …
Rætturin vildi ikki varðhaldsfongsla mann - er nú farin av landinum
18 august 2025, 10:19
Maðurin, sum var farin av landinum, tá hann skuldi handtakast, er tann sami, sum Føroya rættur ikki vildi varðhaldsfongsla í grundlógaravhoyring tann 6. august. Eystari landsrættur staðfesti tann úrskurðin. Niðurstøðan …
Føroya rættur viðger mál um evni, sum kann brúkast at gera rúsevni
18 august 2025, 08:53
Málið, sum Føroya rættur fer at viðgera í dag og í morgin, er tað fyrsta í danska dómsvaldinum um evnið 5F-MDMB-PINACA, stytt 5F-ADB, sum verður brúkt til at gera rúsevni. …
Zelenskyj er komin til USA
18 august 2025, 08:44
Forsetin í Ukraina, Volodymyr Zelenskyj, er komin til Washington, har hann seinni í dag fer at hitta amerikanska forsetan, Donald Trump. Zelenskyj kemur ikki einsamallur. Hann hevur eina røð av …
Í dag verður kannað, hví eldur kom í
18 august 2025, 08:30
Klokkan stívliga hálvgum níggju í gjárkvøldið var boðað frá eldi í einum sethúsum við J. C. Svabosgøtu í Hornabø í Havn. Nøkur fólk vóru inni, men fyribils bendir alt á, …